Íslendska stjórnin umskipað

Íslendska stjórnin helt fyrrapartin fund á Bessastøðum, har forsetin góðkiendi broytingar, sum teir báðir samgonguflokkarnir hava tingast um teir seinastu dagarnar, og sum komu á mál í gjár.

Broytingin er, at fiskivinnu- og landbúnaðarmálaráðharrin, Jón Bjarnason, og búskapar- og vinnumálaráðharrin, Árni Páll Árnason, eru farnir úr stjórnini. Steingrímur Sigfússon, sum hevur verið fíggjarmálaráðharri, yvirtekur málsøkini hjá teimum báðum fráfarnu, og Oddný G. Harðardóttir er nýggjur fíggjarmálaráðharri.

Jóhanna Sigurðardóttir, forsætisráðharri, sigur, at broytingin ger stjórnina sterkari.