Á ferðavinnumessuni í Høllini á Hálsi í dag vórðu nakrar av avbjóðingunum innan ferðavinnuna viðgjørdar, tá ið nøkur av teimum leiðandi innan ferðavinnuna í Føroyum, Íslandi og Grønlandi vóru til reiðar at svara spurningum frá tíðindafólki.
##med2##
Íslendska stjórnin letur pengar fyri at verja náttúruna
Ísland tekur árliga ímóti tveimum milliónum ferðafólkum. Talið er vaksið nógv seinnu árini, men hóast tey nógvu útlendsku fótafetini í íslendsku náttúruni, so heldur Elias Bj. Gislason, stjóri í íslendska ferðaráðnum, ikki, at ferðavinnan hevur slitið íslendsku náttúruna.
– Tað er ikki ein stórur trupulleiki, men tað er nakað, sum viðkemur okkum, og sum vit hugsa um.
Tað er sjálvandi nógv trýst á náttúruna, men í 2011 varð ein grunnur stovnaður at verja og byggja upp íslendsku náttúruna innanífrá. Millum annað við at gera gøtur og annað. Íslendska stjórnin hevur játtað 5 milliardir íslendskar krónur (sum svarar til 272 milliónir danskar krónur) til endamálið. Talan er bæði um nýggj ferðamál í Íslandi, men eisini at betra verðandi vælumtóktu ferðamál. Stjórnin er tí ein stórur viðspælari á økinum, sigur Elias Bj. Gislason.
Hann heldur tó ikki, at vit føroyingar bara skulu margfalda somu skipan, sum er í Íslandi og nýta hana.
– Tað má hyggjast eftir fleiri viðurskiftum. Neyðugt er bæði at hugsa um veðurlagið, náttúruna, tað fíggjarliga og tað mentanarligu síðuna. Neyðugt er eisini at hugsa um, hvørja ávirkan tað hevur á íbúgvararnar í staðbundna økinum. Í nøkrum førum haldi eg, at hetta er blást ov nógv upp viðvíkjandi at ferðafólkini oyðileggja náttúruna, sigur Elias Bj. Gislason.
Talið av ferðafólki minkar, men gevur meira pengar
Í fjør vóru umleið tvær milliónir ferðafólk í Íslandi, har tað búgva 360.000 fólk. Tá er bara talið av ferðafólki, ið gistir minst eina nátt, tikið við. Tað vil siga, at øll ferðafólkini í ferðamannaskipunum eru ikki tikin við.
Talið er vaksið sera nógv seinastu átta árini. Vøksturin var árliga um 20 prosent og okkurt árið var hann 40 prosent. Seinasta árið er ferðafólkatalið hinvegin minkað umleið 30 prosent.
– Vit vóru fyrireikað uppá, at ferðafólkatalið fór at lækka, tí at vit høvdu havt so stóran vøkstur. Hóast afturgongd, so kunnu vit gleðast um, at ferðavinnan kastar meira pengar av sær. Hetta kemst av, at ferðafólkini, ið koma, gista í fleiri nætur, og at tey nýta fleiri pengar, sigur Elias Bj. Gislason.
Sostatt vera fleiri hotelnætur seldar í Íslandi í mun til undanfarin ár. Hann sær ljóst uppá framtíðina.
– Háárstíðin fyri ferðafólk, sum koma til Ísland, er víðkað til at vera tað mesta av árinum. Tí gevur tað eisini meira javnt arbeiði alt árið til fólkini, ið starvast innan ferðavinnuna. Tað er gleðiligt, sigur Elias Bj. Gislason.
Hann vísir eisini á góð úrslit, sum eru komin burturúr ferðavinnuni, millum annað at fleiri seyðabøndur nú eru við í ferðavinnuni, og tað hjálpir teimum væl afturat teirra dagliga arbeiði innan landbúnaðin.
##med3##
Veturin er avbjóðingin í Føroyum
Í Føroyum er talið av ferðafólki vaksið við umleið 10 prosentum um árið. Nú koma umleið 110.000 ferðafólk til Føroyar. Helvtin av teimum koma við flúgvara og helvtin við skipum.
– Ferðavinnan hevur skapt nógv nýggj arbeiðspláss, soleiðis at nú arbeiða umleið 650 fólk fulla tíð innan ferðavinnuna, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.
Hon væntar enn størri vøkstur, nú fleiri hotel fara at koma afturat.
– Frá at hava umleið 300 hotelkømur fara vit at hava umleið 600 hotelkømur í høvuðsstaðnum. Eftirspurningurin er stórur, og eg vænti ikki, at tað verður nakar trupulleiki at fylla øll hotelkømrini. Avbjóðingin er hinvegin at fáa fleiri ferðafólk at koma til Føroyar um veturin. Ferðafólkatalið um veturin er vaksið, men har má meira gerast fyri at fáa enn fleiri ferðafólk, sigur Guðrið Højgaard.
##med4##
Nýggir flogvøllir – fleiri ferðafólk
Grønland er í fermetrum so stórt sum fleiri av stóru londunum í Evropa tilsamans. Hinvegin er fólkatalið bara eitt lítið vet meira enn í Føroyum, nevniliga 56.000 fólk.
– Vit hava eitt ómetaliga stórt landaøki at fara um. Talið á ferðandi er vaksandi, men tá ið nýggju flogvøllirnir í Grønlandi koma um nøkur ár, verður munandi lættari at koma til og frá Grønlandi, og eg vænti, at tá fara vit at fáa fleiri ferðafólk, sigur Julia Pars, stjóri í Visit Greenland.
Hon gleðist um, at fleiri fólk fáa arbeiði innan ferðavinnuna, og at tað eisini skapar nýtt virksemi í tí staðbundna samfelagnum.
– Vit ynskja at kanna nærri, hvussu ferðavinnan ávirkar smáu økini kring landið. Nógv ferðafólk ynskja at fáa upplivilsir, og hetta er eisini nakað, ið ber til at skipa í smáu bygdunum kring landið. Tað fær tey staðbundnu at vera við og gevur mest inntøkur. Samstundis ger tað eisini, at tey staðbundnu taka atlit til náttúruna, sigur Julia Pars úr Grønlandi.