Fimm menn og fimm kvinnur eru í nýggju íslendsku stjórnini Seinnapartin bleiv kunngjørt, hvussu tann nýggja stjórnin í Íslandi sær út. Forsætisráðharri er sum væntað Jóhanna Sigurðardóttir, og afturat sær hevur hon níggju ráðharrar.
Steingrímur J. Sigfússon er fíggjarmálaráðharri og fiskivinnumálaráðharri, Össur Skarphéðinsson er uttanríkisráðharri, Ögmundur Jónasson, heilsumálaráðharri, Kolbrún Halldórsdóttir er umhvørvismálaráðharri og Gylfi Masgnússon handilsmálaráðharri.
Formaðurin í Samfylkingimni, Ingibjørg Sólrún Gísladóttir, sum var uttanríkisráðharri, er ikki í nýggju stjórnini.