Íslendska stjórnin heldur minni stuðul

Næstan annarhvør íslendingur styðjar stjórnina hjá Jóhonnu Sigurðardóttur, og stuðulin er minkaður eitt lítið vet í summar. Tað sæst í einari nýgjari kanning, sum íslendska kringvarpið hevur gjørt.

Har svara 44 prosent, at tey høvdu valt annan av stjórnarflokkunum, um altingsval var nú. 48 prosent siga, at tey styðja stjórnina, og tað er eitt prosent minni enn fyri einum góðum mánaði síðani.

11 prosent av teimum spurdu siga, at tey høvdu als ikki farið á val, um altingsval var nú.