Nevndin og størstu partaeigararnir hava góðtikið prísin áljóðandi 600 milliónir evrur, svarandi til 4,475 milliardir krónur, og bjargingin skal nú bert góðkennast á einum eykaaðalfundi.
Tað kemur fram í einari nýggjari fondsbørsfráboðan, har nevndarformaðurin heilt friðar leiðsluna og upplýsir, at stjórnin er komin bankanum til hjálpar í eini roynd at styrkja solvensin og likviditetin hjá Glitnir.
Fundingin hjá Glitnir hevur verið heppin í ár hóast ógvuliga avbjóðandi marknaðarumstøður. Kortini hava tær hendingar, sum eru farnar fram seinastu tvær vikurnar, ført óvæntaðar avleiðingar við sær, sum drastiskt hava broytt fyritreytirnar í stuttsiktaða fundingini hjá Glitnir, sigur leiðslan í einum tíðindaskrivi.
Seinastu vikurnar hevur íslendski tjóðbankin havt tætt samband við leiðsluna í Glitnir, har kreditttrupulleikarnir eru øktir dag um dag. Og í gjárkvøldið valdu myndugleikarnir so at steðga sjálvstøðu bankans og gjørdu av, at fremja bjargingarætlanina, og kallaði inn til nevndarfund í morgun.
Ongar ábreiðslur
Har var samstundis gjørt av, at forstjórin í bankanum, Lárus Welding, heldur fram sum forstjóri fyri Glitnir, sum nú í »hondum stjórnarins« framhaldandi verður sterkur, sum Lárus Welding málber seg.
Nevndarformaðurin friðar eisini leiðsluna og vísir á, at einki hevur verið at sett fingurin á í handilshættum og trygdarstýring bankans.
- Eg havi undirstrikað øktan effektivitet í handlunum hjá bankanum. Eg harmist um, at vit ikki hava kunna loyst hetta sum vit upprunaliga høvdu ætlað, sigur Thorsteinn Már Baldvinsson, nevndarformaður fyri Glitnir Bank.
- Niðurstøðan má nú verða at tryggja framtíðina hjá bankanum, hjá kundunum og hjá starvsfólkunum. Hetta hevur nógv at siga fyri meg. Okkara starvsfólk hava útint eitt stórt arbeiði undir sera truplum marknaðarviðurskiftum, sigur Thorstein Már Baldvinsson, nevndarformaður fyri Glitnir Bank sambært danska blaðnum Børsen.