Kl 13.15 í dag boðaði Geir Haarde frá, at stjórnarsamstarvið í Íslandi er slitnað. Hoyr reportasju úr Reykjavík í tíðindum á Rás2 klokkan 15.00 . Tey høvdu annars ætlanir um at halda fram við sitandi stjórn inntil í apríl, tá val skuldi vera.
Men stevið hevur verið ringt seinastu tíðina, og nú gekk ikki longur.
Geir Haarde fer nú at kalla hinar floksformenninar saman, fyri at vita um til ber at skipa stjórn. Tað verður væntandi seinni í dag.
Mótmælini hava verið uttan íhald, síðani stóra skrædlið gjørdist greitt, og fólk hava kravt stjórnina frá. Íslendska fréttablaðið heur gjørt eina kanning, sum vísir, at tveir triðingar av íslendska fólkinum stuðla mótmælisfólkunum, og leygardagin vóru fleiri enn 6000 fólk og mótmæltu.
Nú sær so út til, at ynskið verður veruleiki.
Meiri verður at frætta um støðuna í Íslandi í tíðindunum á Rás2 klokkan 15.