Íslendska Støð2: Ransin skuldi víst reyða kortið

(VIDEO) Á íslendsku sjónvarpsstøðini, Støð2 halda tey, at Ransin N. Djurhuus var ov afturhaldandi við kortunum

 

Farna Vikuskiftið hevur Ransin N. Djurhuus dømt tveir dystir í íslendskum fótbólti. Leygardagin dømdi hann dystin í næstbestu deildini millum Fylkir og Haukar, sum Fylkir vann 2-0. Sunnudagin dømdi Ransin N. Djurhuus dystin í pepsideildini millum ÍBV og Breiðablik, sum endaði 1-1.

 

Ransin N. Djurhuus gav fýra gul kort í dystinum millum ÍBV og Breiðablik, men sambært íslendsku sjónvarpsstøðini, Støð2 átti Ransin N. Djurhuus at havt givið fleiri kort, og teir meina avgjørt, at Arnþór Ari Atlason hjá Breiðablik skuldi verið vístur av vølli fyri ófantaligt spæl. Teir hjá Støð2 siga seg ikki skilja hví Ransin N. Djurhuus ikki fór í lumman eftir tí reyða kortinum.

 

TRÝST á HESA leinkjuna: http://www.visir.is/g/2017170719833/arnthor-ari-fekk-ekki-spjald-fyrir-takka-i-pung-myndband

 

og síggj brotini frá dystinum millum ÍBV og Breiðablik, har miðlamennirnir hjá Støð2 meina, at Ransin N. Djurhuus átti at havt givið Arnþór Ara Atlason hjá Breiðablik tað reyða kortið. 

 

Í sjónvarpsstovuni hjá Støð2 vóru teir ivaleysir: - Hetta var beinleiðis reytt, vóru menn samdir um. 

 

PS: "Spjald" merkir kort á íslendskum.