Myndin omanfyri er tikin av Facebooksíðuni hjá Danskernes Parti. Boðskapurin er ikki til at taka feil av. Íslendski liðskiparin verður settur upp ímóti teimum myrku fronsku landsliðsspælarunum Moussa Sissoko, Bacary Sagna og Paul Pogba.
- Um tú heldur ikki ynskir, at Evropa og Danmark skulu gerast til ein afrikanskan bakgarð, skriva so undir upp á, at loyva Danskernes Parti at stilla upp til Fólkatingið, er ein av áheitanunum undir myndini.
Íslendska fótbóltssambandið hevur sett seg í samband við Facebook og hevur biðið miðilin steðga innlegginum frá Danskernes Parti.
- Mitt í gleðini og stoltleikanum sum ræður eftir eitt fantastiskt EM er tað ræðuligt at síggja eina slíka skemdargerð, sum Danskernes Parti ger, skrivar fótbóltssambandið. Slíkar loysingarsinnaðar kreftir eiga einki rúm í fótbóltinum og fótbóltsmyndugleikarnir í Evropa hava stríðst hart móti rasismu í ítróttini. Tað stríðið er langt frá av, skrivar íslendska fótbóltssambandið, KSI.
Við Ekstrablaðið verjir Daniel Carlsen, formaður floksins, myndina og sigur, at hon vísir einans ta avbjóðing, sum Frankaríki hevur fingið av nógvu tilflytarunum.
- Eg sigi ikki, at tað er ein trupulleiki at koma úr einum øðrum heimsparti. Á jaligu síðuni gevur tað góðar fótbóltsspælarar, men neiligu avleiðingarnar eru meiri yvirgangur og vánaligari fíggjarstøða. Ein er ikki evropeari einans tí ein er føddur í Evropa. Tað er ikki ein spurningur um húðarlit. Tað er ein fíggjarligur, sosialur og mentanarligur trupulleiki at liva saman við ikki-vestligum fólkasløgum, sigur Daniel Carlsen.
Hann sigur, at hann sjálvur ikki hevur hoyrt nakað frá íslendska fótbóltssambandinum, men at hann er sinnaður at tosa við tað um málið.