Íslendska kvinnan funnin deyð

Politiið í Havn váttar, at ein kvinna er funnin á sjónum millum Slættanestanga og Múlan, og alt bendir á, at hetta er íslendska kvinnan, sum hevur verið saknað í Føroyum Íslendska kvinnan, sum leitað hevur verið eftir í Føroyum síðan týsmorgunin, varð klokkan 15.10 seinnapartin í dag funnin deyð á leiðini millum Slættanestanga og Múlan.

Vakthavandi á Politistøðini sigur, at tað var bjargingarbáturin Loytnanturin í Vestmanna, ið fann kvinnuna, sum fleyt á sjónum.

- Eingin av familjuni hjá kvinnuni hevur sæð hana enn, og soleiðis er ikki endaliga staðfest, at hetta er hon, vit hava leitað eftir, men allar ábendingar eru um, at so er.

Vakthavandi sigur, at hin 61 ára gamla íslendska kvinnan var einkja og eigur tvey vaksin børn í Íslandi.

- Út frá teimum ábendingum, sum vit hava fingið úr Íslandi um smykkur og skurðviðgerð, sum kvinnan hevur fingið, er alt, sum bendir á, at hetta er kvinnan.

Vakthavandi sigur, at einki er, sum bendir á, at kvinnan hevur gjørt enda á sær sjálvari, men heldur, at hon hevur verið áhaldsin og er omandottin.

- Hon hevur fingið skurðviðgerð fyri mjødnina, og ivasamt er, um kvinnan hevur verið serliga væl gongd. Sum vit hava skilt, dámdi henni væl í náttúruni og onkur merkir, sum kvinnan hevur fingið, kundu bent á, at hon er omandottin.

Vakthavandi sigur, at seinasta lívstekin til kvinnuna var sunnudagin, og tá hevur hon brúkt visakortið hjá sær í Kollfjarðadali.

- Hon hevur hildið samband við børnini í Íslandi, men mánakvøldið um 23-tíðina vóru tey í Íslandi órógvaði, tí einki frættist frá henni, og týsmorgunin varð farið at leita, sigur vakthavandi á Politistøðini.