Íslendska kappingin byrjar hetta vikuskiftið

(SportBoxin) Føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen var ígjøgnum í SportBoxini til eitt prát um íslendsku kappingina

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátið André Olsen hevði við føroyska landsliðsmálverjan, Gunnar Nielsen í SportBoxini á Rás2 fyrrapartin.

 

Gunnar Nielsen verjir eisini málið hjá íslendska meistaraliðnum, FH, og tá íslendska kappingin byrjar hetta vikuskiftið. FH spælir fyrsta dystin á útivølli ímóti Akranesi. Gunnar Nielsen letur ongan iva verða um, at teir í FH ætla sær at endurvinna meistaraheitið.

 

Prátið við Gunnar Nielsen snúði seg eisini um vónirnar fyri, at ÍBV, sum er liðið hjá Jónas Tór Næs og Kaj Leo í Bartalsstovu fer at hava eitt gott kappingarár.