Íslendska fótbólturin líkist sær sjálvum

Julian og teir taptu tepurt í Reykjavík, har KR fekk sigursmálið við brotssparki, og nú er meistaraliðið omanfyri miðjuna

ÍSLAND

Málini eru oftast ikki mong í íslendsku landskappingini. Mest vanliga úrslitið man vera 1?0 og 1?1. Í 25 teimum fyrstu dystunum eru skorað 54 mál ella eitt sindur meiri enn tvey í miðal.
Mikukvøldið fóru Julian Johnsson og liðfelagarnir í ÍA gjøgnum undirsjóvartunnilin undir Hvalfirði. Ørindini vóru at vitja í vesturbýnum í Reykjavík, har Knattspyrnufelag Reykjavíkar ella KR, sum tað oftast verður nevnt, tók ímóti.
Longu í fjórða minutti varð einasta málið skorað. KR fekk brotsspark, sum teir fingu fulla nyttu burturúr. So løgdu teir størsta dentin á at verja leiðsluna, og tað eydnaðist teimum.
Tað hevur altíð verið soleiðis í íslendskum fótbólti, at nógv tey flestu málini verða skorað eftir deyðbóltsstøður. Likamliga styrkin hevur nógv at siga, tá ið tað verður dystast eftir langar sendingar, og skjótleikin er ofta avgerandi, tá ið tað ræður um at vera fyrstur á returbóltunum.
Við sigrinum á ÍA lyftu meistararnir í KR sær fram á fimta plássið. ÍA er eftir fimm tey fyrstu umførini á triðja plássinum. Fram, sum Fróði Benjaminsen og Hans Fróði Hansen spæla við, er í áttanda og triði niðasta sætinum. Tað eru seks stig frá Fram og fram til Fylkir, sum er á odda við ellivu stigum.
16. juni skal ÍA spæla á heimavølli ímóti FH, og Fram fær vitjan av KA av Akureyri, sum eftir fimm tey fyrstu umførini er næstniðast.