Íslendska bróstkrabbatoymið heldur fram

- Kvinnur við bróstkrabba varðveita vælumtókta bróstkrabbatoymið.

Seinastu árini hava vit hoyrt nógv um bróstkrabbatoymið, sum landssjúkrahúsið nýtir, sum millum annað inniber, at føroyskar kvinnur við bróstkrabba verða lagdar undir skurð á einari klinikk í Íslandi. Sosialurin hevur áður skrivað um kvinnur, sum hava kent seg ógvuliga væl móttiknar og viðfarnar av hesum toymi. 

Seinastu tíðina eru tey summi, sum hava stúrt fyri, at hetta vælvirkandi bróstkrabbatoymið fór at blíva broytt so, at kvinnurnar við bróstkrabba ikki longur skuldu til Íslands í viðgerð. 

Men Sirið Stenberg, landsstýriskvinna hevur júst váttað í svari til Anniku Olsen, tingkvinnu, at so er ikki. 

Annika Olsen spurdi, um ætlanir eru um at niðurleggja vælvirkandi bróstkrabbatoymið á Landssjúkrahúsinum og um ætlanin er,  at avtaka møguleikan hjá føroyskum kvinnum at fáa viðgerð fyri bróstkrabba í Íslandi?

 

Sirið Stenberg svaraði, at sambært Landssjúkrahúsið hevur Landssjúkrahúsið ikki nakað ávíst bróstkrabbatoymi, ið tekur sær av bróstkrabbasjúklingum, men verða hesir sjúklingar sendir til Íslands í viðgerð á eina klinikk, ið Landssjúkrahúsið hevur avtalu við.

 

- Viðgerðargongdin í sambandi við bróstkrabba hjá kvinnum er einki broytt í mun til, hvussu hon hevur verið higartil, og ongar ætlanir eru um at gera nakrar broytingar. Er illgruni um bróstkrabbamein hjá eini kvinnu, verður hon altíð kannað og útgreinað av serlækna, sum Landssjúkrahúsið altíð hevur at taka sær at hesum, sigur landsstýriskvinnan í svarið. 

 

Víðari sigur hon, at Landssjúkrahúsið ongar ætlanir hevur um at enda samstarvið við klinikkina í Íslandi. Tvørturímóti hevur Landssjúkrahúsið í hesi vikuni (viku 38/2016) gjørt av at leingja samstarvsavtaluna við klinikkina í Íslandi, soleiðis at væl dámdi íslendski skurðlæknin, sum seinastu 7 árini hevur tikið sær av at skurðviðgera kvinnur úr Føroyum fyri bróstkrabbamein, eisini framyvir fer at taka sær av hesum viðgerðum.