Íslendsk tyrla kannast í Føroyum

Ein bjargingartyrla, sum íslendska vaktar- og bjargingartænastan, Lanshelgisgæslan, hevur leigað í Noregi, millumlendi í Føroyum og skuldi eftir ætlanini til Íslands í dag. Men so verður ikki.

Morgunblaðið skrivar frá sínum keldum, at okkurt bagir tyrluni, og at hon tí verður standandi í Vágum í nátt. Talskvinnan hjá íslendsku vaktar- og bjargingartænastuni sigur stutt við blaðið, at tyrlan verður kannað.

Íslendingar hava tvær bjargingartyrlur, men onnur er til umvælingar og eftirlit í Noregi. Tí hevur Landhelgisgæslan leigað eina afturat, til hin verður tøk.