Íslendsk sangkonsert um vikuskiftið

Fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin hevur Kvintett Lýðveldisins Íslands, sum verða í Føroyum komandi dagarnar, konsertir kring landið Heystið 2008 stovnaðu fimm ungir sangnæmingar í Söngskólanum í Reykjavík ein manssangbólk við tí endamáli, at syngja hevdbundin løg. Sangurin skuldi ikki hava undirspæl, heldur vildu teir syngja ?acapella?.

Sangbólkurin syngur íslendsk heimstaðarløg, tjóðløg og poppløg, og harav kom eisini hetta háfloygda navnið: Kvintett Lýðveldisins (Íslands).

Kvintettin hevur sungið alment og í meira avmarkaðum høpi. Løg og tekstir hjá Kvintett Lýðveldisins (Íslands) eru eins viðkomandi í dag, og tá ið manskvartettir og sangbólkar førdu tey fram á sinni.

Sangararnir eru í aldrinum 20-25 ár. Teir eita: Magnús Jónsson (1. tenor), Oddur A. Jónsson (2. tenor), Andri Björn Róbertsson (1. bassur), Pétur O. Heimisson (2. bassur) og Aron Axel Cortes (1. og 2. bassur).

Konsertirnar verða í Býráðshøllini í Klaksvík í morgin, fríggjadagin 20. mars kl. 20, á Listasavninum á Sandi leygardagin 21. mars kl. 17 og í Klingruni í Norðurlandahúsinum sunnudagin 22. mars kl. 16. (sí www.nlh.fo).

Øll eru sjálvsagt vælkomin