Íslendsk opera í Norðurlandahúsinum

-Tað var ein góð framførsla hjá íslendska operabólkinum, og fólk vóru glað fyri tað, sigur Niels Halm, stjóri í Norðurlandahúsinum

Ein íslendskur operabólkur framførdi operaina Spellbound í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið.
-Fólk vóru glað fyri framførsluna, men tíverri fall opera-tiltakið saman við konfirmatiónunum sunnudagin, so tað vóru ikki so nógv fólk í Norðurlandahúsinum henda dagin. Eini 30-40 fólk vóru komin at lýða á, sigur Niels Halm.
Eitt franskt sjónvarpslið var við á ferðini hjá íslendingunum, tí leiðarin fyri bólkin er fraklendingur, og dokumentarfilmur skuldi upptakast. Tískil bar ikki til at flyta tiltakið.
Tað var Helga Hjörvar, fyrrverandi stjórin í Norðurlandahúsinum, sum hevði fingið avtaluna í lag við íslendska operafólkið.