Íslendska náttúran hevur endaleysar litir frá skínandi reyðum til ísblátt og sjógvurin hóttir stundum við brimi og aldum, og stundum er hann spegilsblankur og róligur.
Vit hava grundað okkara tekningar á íslendsk eyðkenni, men vit hava gjørt tað á ein modernaðan hátt, sigur Ósbjørn Jacobsen.
Konserthúsið liggur á einum framúrskarandi plássi út ímóti havinum, har heita vatnið hittir kalda Atlantshavið. Bygningurin er sum ein svølgjandi alda ímóti teimum trimum høllunum á bakkanum.
Nýggja konserthús liggur í útjaðaranum av Reykjavík. Fasadan er eitt fjølbroytt ljósspæl. Innbúgvið vísir skiftið í árstíðunum við ymiskum litum og skapi og skal eisini geva ábendingar um lívð og virksemið í húsinum.
Íslendski listamaðurin Ólafur Eliasson hevur sett sítt fingramerkið á forhøllina og takið, og hann hevur eisini funnið sín íblástur í íslendsku nátturuni.








