Tað eru 10 limir úr ljósmyndafelagnum Fókus í Íslandi, ið sýna fram. Framsýnararnir fóru ljósmyndaferð til Føroya á vári 2007. At teimum dámdi væl bygdirnar og lívið í Føroyum, kemur fram á forvitnisligu framsýningini. Tey sýna ein part av úrslitinum av ferðini í Norðurlandahúsinum.
Framsýningin av ljósmyndum úr Føroyum verður í Norðurlandahúsinum frá 22. februar til 15. mars 2009.