Íslendsk málningalist í Listaskálanum

Leygardagin 5. august kl. 16 letur ein listaframsýning upp í Listaskálanum við heitinum "Endurnýggjað íslendsk málningalist".

Fimm listafólk fara at sýna fram, tey eru Odd Nerdrum, Georg Guðni Hauksson, Stefán Boulter, Karólína Lárusdóttir, Krístin Gunnlaugsdóttir.<BR>Heðin Mortensen letur framsýningina upp og hon verður opin til 24. september.