TÓNLEIKUR
Tíðindaskriv
Í komandi viku kemur íslendski rockbólkurin Úlpa til Føroya.
Leygarkvøldið 21. september fer bólkurin at spæla í Losjuni í Gøtu saman við føroyska bólkinum Krit.
Sunnukvøldið 22. september verður konsert í Útvarpshøllini í Havn, har eisini Krit; MC Hár, Gestir og Flux fara at spæla.
Ferðin hjá Úlpa er komin í lag í sambandi við 25 ára føðingardagin hjá Plátufelagnum Tutl. Seinni í ár skal íslendski bólkurin til Danmarkar og USA at spæla. Tónleikurin, sum teir spæla, kann samanberast við nøvn sum Radiohead, Sigur Rós, Muse, Coldplay og Aha. Ein av sangunum hjá Úlpa roynir seg í hesum døgum sum eykalag á 15 teimum bestu.
Hóast úlpa merkir tað sama á íslendskum sum á føroyskum, hevur bólkurin tó fingið navn frá russiskum tekniseriufiguri.
Tað er Plátufelagið Tutl, sum saman við Tónleikasamtakinum Grót, skipar fyri konsertunum.