tíðindaskriv
Kirkjukór Akraness vitjar í Føroyum um hvítusunnuhalguna, og møguleiki verður at uppliva hetta kenda íslendska kórið á eini konsert í Vesturkirkjuni leygardagin 29. mai kl. 16. Ókeypis atgongd er til konsertina.
Hetta er íslendskur kórsangur, tá hann er alrabestur, men skráin rúmar eisini kórsatsir frá renaissansuni og enntá okkara egna »Einki er sum summarkvøld við strendur« sungin á íslendskum!
Kirkjukór Akraness er eitt blandað kór við 40 sangarum. Í Íslandi tekur kórið lut í umleið 5 konsertum hvønn mánað, men er eisini eitt sera virkið konsertkór. Jóltíðir og várið eru tey virknastu tíðarskeiðini hjá teimum, t.d. framførir kórið í desember »Jólaoratoriið« ("Oratorio de Noël) eftir franska tónaskaldið Camille Saint-Saëns.