Íslendsk framsýning í Norðurlandahúsinum

   

Fríggjadagin 23. okt. 98 kl. 17.00 letur upp íslendska grafikkframsýningin hjá teimum trimum kvinnunum Hafdís Ólafsdóttir, Magdalenu Margrét Kjartansdóttir og Aðalheiður Valgeirsdóttir.

Eitt sindur um

tær tríggjar

Hafdís Ólafsdóttir er útbúgvin á skúlanum fyri List- og Listindustri á Íslandi og hevur arbeitt sum lærari. Hon hevur havt framsýningar bæði í Íslandi, í Norðurlondum og aðrastaðni í Europa.

Magdalena Margrét Kjartansdóttir er útbúgvin á Listaskúlanum í Íslandi. Hevur havt framsýningar bæði í Norðurlondum og uttan fyri Norðurlond innan grafikk og myndlist.

Aðalheiður Valgeirsdóttir er útbúgvin á skúlanum fyri myndlist- og handíðaskúla Íslands, serliga innan grafikk. Hevur somuleiðis sum hinar báðar havt framsýningar í ymsum londum ? bæði í Norðurlondum og í Europa.

Eimskip hevur stuðlað framsýningini, sum kemur at verða í Norðurlandahúsinum til miðjan november.

*