Íslendsk framsýning á Listasavni Føroya

Fríggjadagin letur ein nýggj framsýning upp á Listasavni Føroya. Framsýningin heldur fram til 7. oktober.

Listakvinnan eitur Jónína Guðnadóttir, og hon nevnir framsýning sína: Tilverulig minimalisma.

At flúgva millum Føroyar og Ísland varar ein slakan tíma, og málsliga og

mentanarliga er lítil munur millum londini bæði. Listasøguliga harafturímóti

víkja londini týðiliga frá hvørjum øðrum. Meðan náttúruborna

ekspressionisman hevur verið ráðandi í føroyskari list við Mikines og Ingálvi

av Reyni og øðrum, hevur íslendsk list verið meiri avant-garde og fylgt altjóða

listarákum. Óivað hongur hetta saman við politiska sjálvbjargni og

sjálvskenslu íslendinga, og at teir hava tætt tilknýti til amerikanarar, sum líka

til 2006 høvdu hernaðarstøð í Keflavík.

Ikki fyrr enn nýliga eru altjóða listarák sum minimalisma og konseptualisma

at síggja í føroyskari list. Slík rák hava harafturímóti havt stóran týdning í

Íslandi tey seinastu áratíggjuni, har listafólk hegnisliga hava arbeitt við at

sjóða eina einfalda og stranga minimalismu saman við hugsunarliga

innihaldið í konseptualismuni í eina hægri eind.

Eitt av hegnigu listafólkunum er keramiski myndahøggarin Jónína

Guðnadóttir (f. 1943), hvørs høggmyndir og installatiónir viðgera evni sum

dálking, brúkarasamfelagið og gloymd minni. Verkini viðgera eisini tann

gamla heimin, bóndasamfelagið og gudalærur. Alt strangt og abstrakt

viðgjørt, men tó sansaligt og fjálgt. Andi og lív hittast í listini hjá Jónínu

Guðnadóttur.