Um eina góða viku kemur fyrsta útgávan av føroyska mentanarblaðnum? Outsider? á gøtuna. Sum einasta blað í heiminum, hevur ?Outsider? fingið loyvi at prenta eitt langt brot úr nýggju skaldsøguni hjá Einar Már Guðmundsson, Beatlemanifestet, ið kemur út í august.
Eisini verður ein spildurnýggj, lang yrking eftir Jóannes Nielsen at finna í fyrsta ?Outsider?
Sum skilst á ritstjóranum, Kim Simonsen, kunnu lesarar vænta sær eitt vilt blað um bókmentir, rock í Føroyum, list, globalisering umframt alskyns spennandi tíðindi frá tí, sum rørir seg á altjóða mentanarpallinum í løtuni.