Niðurlendska meistarafelagið Ajax hevur skrivað undir sáttmála við íslendingin Kolbeinn Sigþórsson. Hann hevur spælt við felagnum AZ Alkmaar frammanundan, men sunnukvøldið samdust tey bæði niðurlendsku feløgini um handilin.
Talan er um ein fýra ára sáttmála, og blaðið De Telegraaf veit at siga, at Ajax rindar fýra milliónir evrur fyri íslendska leikaran.
Kolbeinn Sigþórsson var á íslendska U21-landsliðnum, sum tók lut í EM-kappingini í Danmark í síðsta mánað.