Í H71 er Sonni Larsen í ferð við sítt seinasta kappingarár. Sonni Larsen hevur havt góð úrslit at vísa á, við tveimum Føroyameistaraheitum og einum steypasigri í tveimum fyrstu árunum hjá dananum, ið eisini er føroyskur landsliðsvenjari.
Tí hevur verið ein ávísur spenningur um, hvør skal taka yvir í H71 eftir trý ár við Sonna Larsen.
Fyri góðari viku síðani frættist, at H71 samskifti við ein íslendskan venjara, og í dag sigur Einar Jónsson við íslendska Morgunblaðið, at hann hevur gjørt sáttmála við ráðandi Føroyameistararnar.
Einar Jónsson er í løtuni venjari í íslendska felagnum, Grótta, ið liggur tungt í niðurflytingarstríðnum í fremstu íslendsku deildini. Hann hevur áður vant Stjarnuna og bæði mans- og kvinnuliðið hjá Fram. Harafturat hevur hann vant kvinnurnar hjá Molde í Noregi, eins og hann hevur verið hjálparvenjari á íslendska kvinnulandsliðnum, skrivar íslendska Morgunblaðið.
Einar Jónsson hevur gjørt tvey ára sáttmála við H71, sigur hann við Morgunblaðið.










