Tað gjørdist aftur í ár ein útlendskur súkklari, ið fór avstað við heiðrinum í ársins Statoil Kring Føroyar. Íslendingurin Hafstein Ægir Geirsson megnaði at verja tann munin, sum hann hevði vunnið sær á etapuni í Eysturoynni.
25 ára gamli Hafstein helt allatíðina eyguni við tí 40 ára gamla Gunnari, sum var tann nærmasti kappingarneytin hjá íslendska súkklaranum, og Gunnar fann ongantíð tað neyðuga hegni at snýta tann sterka íslendska súkklaran.
- Eg royndi fleiri ferðir at sleppa frá Hafstein, men hóast eg royndi 10-15 ferðir, so tók hann meg aftur hvørja ferð, segði Gunnar Dahl-Olsen eftir kappingina sunnudagin.
Hafstein Ægir Geirsson vann ta næstu etapuna, sum varð koyrd hósdagin í Eysturoynni, og hesin munurin gjørdist avgerandi, tá samanumkom. Hafstein var góðar tveir minuttir frammanfyri Gunnar Dahl-Olsen á hesum teininum, og tað megnaði Gunnar ongantíð at gera nakað við.
Bogi Kristiansen vann tvær ferðir
Bogi Kristiansen var eisini komin heim úr Danmark at luttaka í kappingini í ár. Hann var ongantíð ein hóttan ímóti Hafstein, men hann megnaði at vinna tvær tær síðstu etapurnar í Suðuroynni og á Eysturoynni.
Ein orsøk var allarhelst, at Hafstein Ægir Geirsson ikki legði nógv fyri at vinna tær síðstu etapurnar, men hann hevði ístaðin eyguni eftir Gunnari og forðaði honum í at sleppa avstað.
Men Bogi tók hendan møguleikan við báðum hondum og syrgdi fyri at vinna ein tryggan sigur í Suðuroy, og í Havn vann hann í endaspurtinum.
Hafstein sterkur
Hafstein Ægir Geirsson royndist sera drúgvur í hesi kappingini, og hann var klárt sterkasti súkklarin.
Spenningurin í kappingini var at kalla farin eftir ta næstu etapuna, tá Hafstein megnaði at vinna á Boga og Gunnar við meira enn tveimum minuttum. Hetta má sigast at vera eitt gott avrik av Hafsteini.
Tað er ein væl kend gongd í súkklukappingum, at ein av sterku súkklarunum vinnur sær ein fyrimun og síðani fer í verjustøðu restina av kappingini, og tað var júst soleiðis, at Hafstein fekk sigurin.
Eftir hetta vistu tey kønu innan súkkling, at Hafstein ikki fór at verða tikin av Gunnari ella Boga, sum ikki áttu nóg mikið í sær til at hótta íslendingin. Tað var so at siga bert eitt óhapp við neytum ella eitt punkterað hjól, ið fór at steðga Hafsteini á leiðini til sigurs í kappingini.
Hóast Hafstein var suverenur í kappingini, vóru fleiri góðar etapur, har aðrir gjørdu seg galdandi.
Í kappingini um fjallatroyggjuna vann danin Niels Bay Petersen. Hann vann allar fjallaspurtarnar og hevði tí fult stigatal í kappingini um fjallatroyggjuna.