Íslendski spælarin Guðjón Valur Sigurðsson er toppskjútti í teirri olympisku hondbóltskappingini hjá monnum, nú tað innleiðandi umfarið er liðugt.
Guðjón Valur (nr. 9 á myndini) hevur skotið 36 mál ella tvey fleiri enn sviin Niklas Edberg. Her kann verða nevnt, at Guðjón Valur Sigurðsson og Niklas Edberg hava spælt við danska felagnum AG København, men at Guðjón Valur varð seldur til Týsklands herfyri.
Í seinastu EM-kappingini vóru Guðjón Valur Sigurðsson og Niklas Edberg eisini millum teir bestu málskjúttarnar.










