Íslendski rithøvundurin Sjón ( Sigurjón Birgir Sigurðsson) fekk norðurlendsku bókmentavirðislønina í ár, sigur Norðurlandaráðið í tíðindaskrivi.
Metingarnevndin sigur í grundgeving síni, at Skugga-Baldur er ein passalig blanding av skaldskapi og prosa við evnum úr íslendskum sagnum og romantiskum frásøgukynstri, har eisini nútíðar etisk mál verða tikin upp.
Sjón er føddur í 1962, og Skugga-Baldur er hansara fimta skaldsøga. Umframt hevur hann millum annað givið út yrkingarsøvn, barnabøkur og stuttsøgur.
Norðurlendska bókmentavirðislønin, sum er 350.000,- danskar krónur, verður latin Sigurjóni Birgiri Sigurðsson (Sjón) á Norðurlandaráðsfundi í Reykjavík tann 26. oktober.
Virðirlønin er latin síðan 1962 og er sostatt javngomul við ársins vinnara.