Dómarasamstarv er millum føroyska og íslendska fótbóltssambandið.
Fyrr í ár hava føroyskir dómarar dømt dystir í bestu og næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Hetta vikuskiftið fer ein íslendskur dómari at døma dystin millum AB og ÍF í 1. deild, og dystin millum HB og EB/Streym í effodeildini.
Sigurður Óli Þorleifsson eitur dómarin, sum fær gleði av íslendska-føroyska dómarasamstarvinum hetta vikuskiftið.