Á tíðindafundinum undan Statoil Kring Føroyar kappingini, boðaðu fyriskipararnir frá, at fýra íslendingar skuldu vera við í kappingini.
Men tá prologurin í Klaksvík skuldi byrja mikukvøldið, vóru íslendingarnir ikki møttir upp til kappingina. Orsøkin var, at flogfarið úr Íslandi ikki fekk lent í Vágunum til ásettu tíðina.
Teir fýra súkklararnir eru Alfreð Harðarson, Gunnar M. Zoega, Haukur M. Sveinsson og Gunnlaugur Jonasson. Harumframt møttu føroyingarnir Remi Lamhauge og Beinir Rasmussen heldur ikki til startin.
Hetta er sjálvandi keðiligt fyri kappingina, og nú skal støða takast til, hvat gerast skal við hendan trupulleikan.
Fleiri møguleikar
Fyriskiparin av kappingini, Poul Henrik Poulsen, sigur, at enn er støða ikki tikin til, hvat gerast skal í hesi støðuni, men hann nevnir nakrar møguleikar.
Ein møguleiki er at geva íslendingunum ein fiktiva tíð, sum verður roknað útfrá kappingini í Klaksvík, soleiðis at teir eisini hava ein møguleika í samlaðu kappingini. Fleiri útrokningarhættir eru, og tí skal støða eisini takast til, hvør háttur skal nýtast.
Ein annar møguleiki er als ikki at taka prologin í Klaksvík við í samlaðu kappingini, men at súkklararnir byrja aftur frá 0 á teininum í Eysturoynni, sum var í gjár. Hesum vilja fyriskipararnir helst sleppa undan. Støða skuldi takast til málið seinnapartin hósdagin.










