Íslendingar vundu úr føroyingum

Føroyskir súkklarar eru um vikuskiftið í Reykjavík og kappast við íslendingar í sjeyndu útgávuni av árligu súkklukappingini, Landskeppnin, sum føroyingar og íslendingar hava vunnið tríggjar ferðir í part.

 

Lagt var fyri í gjárkvøldið við tíðarkoyring á einum 20 kilometrar longu teini á Krísuvíkurvegi, og har gjørdist Hafsteinn Ægir Geirsson tann skjótasti við tíðini 27,50 sekund.

 

Nummar tvey var Gunnlaugur Jónasson, ið var 36 sekund aftan fyri Hafsteinn, og á triðja plássi kom so Torkil Veyhe, ið var 59 sekund aftan fyri vinnaran.

 

Súsanna einaráðandi

Av tí at føroyska liðið ikki er fullmannað, eru reglurnar tillagaðar hesa ferð, so fýra súkklarar eru á hvørjum liði og úrslitini hjá tveimum teimum fremstu telja við í samanløgdu støðuni.

 

Eftir fyrstu kappingina eru íslendingarnir longu tveir minuttir og 40 sekund framman fyri føroyingarnar, so tað skal veruliga koma vend í í dag, tá ikki færri enn tvær kappingar eru.

 

Hjá kvinnunum var Súsanna Skylv Sørensen fullkomuliga einaráðandi, tá hon við tíðini 32,14 sekund var heilar fimm minuttir framman fyri nummar tvey, sum var Lára Bryndís Eggertsdóttir.