Íslendingar vilja samráðast men ivast í limaskapi

Í einari nýggjari meiningakanning siga 61,2 prosent av teimum spurdu íslendingunum, at Ísland eigur at fara undir samráðingar við ES um limaskap Í kanningini, sum Gallup hevur gjørt fyri Ríkisútvarpið, siga 26,9 prosent, at tey eru ímóti samráðingum við ES, og 11,8 prosent eru hvørki fyri ella ímóti.

Kanningin vísir, at undirtøkan fyri samráðingum við ES er nógv størri í Reykjavík og har um vegir enn aðrastaðni kring landið. Somuleiðis vísir kanningin, at áhugin fyri samráðingum er størri millum fólk við høgari inntøku enn millum teirra, sum forvinna minni.

Eitt er samráðingar, annað er limaskapur, og kanningin hjá Gallup vísir, at tá spurt verður um limaskap í ES, eru íslendingar býttir í tveir næstan líka stórar bólkar. Kortini er ein lítil meiriluti fyri limaskapi.