Íslendingar vilja hava Norrönu

Íslendingar hugsa um, hvat teir kunnu gera fyri at hava Norrönu siglandi, sigur íslendski nevndarlimurin í Smyril Line

Edvard Joensen
?Íslendingar hugsa mjög stivt, sigur Jónar Hallgrímsson, umboðsmaður hjá Smyril Line á Seyðisfirði og nevndarlimur í felagnum. Teir vilja fegnir hava Norrönu framhaldandi at sigla til Íslands, sigur hann. Hann sigur seg ongan íslending kenna, sum ikki er positivur, tá tosað verður um Norrönu.
Uttan at kenna nakað nágreiniligt til, hvat íslendsku partaeigararnir fara at gera í samband við hækking av partapeningi í Smyril Line, sigur Jónas Hallggrímsson, at tað er hansara meting, at teir vilja seta meira í felagið.
?Men teir vilja hava eitt sindur av umhugsunartíð, áðrenn nøkur endalig avgerð verður tikin, sigur hann.
?Norröna hevur ómetaliga nógv at týða fyri bygdirnar her, sigur Jónas Hallgrímsson. Ikki bara Seyðisfjørð, her hon leggur at, men soleiðis yvirhøvur, sigur hann. Hetta er einasta bilferja, íslendingar hava, og hana vilja teir varðveita.
Jónas Hallgrímsson vísir á tann týdning, hon hevur fyri ta stóru orkuútbyggingina, sum í løtuni fer fram í Fjarðabyggd á Eysturlandinum, har ein stór byrgin verður gjørd uppi í sveituni innan fyri Reyðafjørðin, har eisini eitt rættiliga stórt kraftverk skal byggjast.
Og so er tað útflutningurin, sum ongastaðni í Íslandi hevur so góðar møguleikar sum júst Norrönu, sigur hann.
So alt í alt hevur hann góðar vónir um, at íslendingar eisini fara at gera av at hækka sín part av partapeninginum i Smyril Line, sigur Jóans Hallgrímsson á Seyðisfirði.