Orkubumban á ÍF liðnum, Dánjal á Lakjuni, hevur seinastu vikuna verið og royndarvant í næstbestu deildini í Íslandi. Talan er um felagið Leiknir.
Hann hevur ikki fingið bjóðað sáttmála enn, men felagið hevur áhuga í at fáa kvika vongin, og hevur lovað at venda aftur heilt skjótt. Sjálvur hevur Dánjal á Lakjuni hug at royna okkurt nýtt um hann fær møguleikan at spæla í Íslandi, men hann hevur bæði sáttmála við ÍF og lærusáttmála í vanliga starvi sínum, sigur hann í stuttari viðmerking við Sosialin í gjár.
Dánjal á Lakjuni hevur verið ein lyklaleikari hjá ÍF í nøkur ár, og hevur eisini spælt á U21 landsliðnum.