Meðan embætisverkið í ES er í ferð við at kanna íslendsku umsóknina um limaskap í samveldinum, eru altsamt fleiri íslendingar farnir at ivast í, um tað er rætt at fara uppí.
Ein nýggj meiningakanning, sum Capacent Gallup hevur gjørt, vísir, at 17,1 prosent ganga fult inn fyri ES-limaskapi, og at 17,6 prosent hella tann vegin. Hinumegin svara 19,3 prosent, at tey eru avgjørt ímóti limaskapi, og 29,2 prosent hella ímóti limaskapi. 16,9 prosent hava ikki tikið støðu.
Verða tey, sum ikki hava tikið støðu, tikin burtur úr kanningini, eru 58,3 prosent avgjørt ímóti ella ímóti limaskapi. 41,7 prosent taka hinvegin undir við at fara upp í ES.
Gallup hevur eisini spurt íslendingar, um stjórnin skal spyrja fólkið, áðrenn hon fer undir samráðingar við ES um limaskap. 45,3 prosent svara, at tey taka avgjørt undir við at leggja spurningin um samráðingar út til fólkaatkvøðu, og onnur 15,6 prosent siga, at tey halda tað vera rætt við fólkaatkvøðu um samráðingarnar. 17,9 prosent siga seg vera avgjørt ímóti at spyrja fólkið, áðrenn samráðingarnar byrja, og 11,3 prosent halda tað ikki vera neyðugt við fólkaatkvøðu um tað. Smá 10 prosent vita ikki.
Verða tey, sum ikki vita, tikin burtur úr kanningarúrslitinum, er niðurstøðan, at 67,6 prosent siga, at stjórnin skal ikki fara undir samráðingar um limaskap, fyrr enn hon hevur spurt fólkið um tað. 32,4 prosent halda hinvegin, at tað er óneyðugt við fólkaatkvøðu um tað.