Íslendingar á veg inn í Restorff's

Sum skilst eru í løtuni samráðingar millum Restorff's bryggjarí og íslendingar um samstarv, sum hevur við sær, at íslendingar keypa seg inn í føroyska bryggjaríið, og harvið umvegis bakdyrnar koma inn á føroyska marknaðin við íslendskum øli.

Herfyri kom fram, at Restorff's bryggjarí er í samráðingum við útlendska fyritøku, sum er áhuga í samstarvi við føroyska bryggjaríið. Hesar samráðingar tykjast nú verða komnar nokk so væl áleiðis, at ein endalig avtala væntandi kemur í lag fyri nýggjár.

Fleiri hava áhuga
Johan Mortensen frá Restorff's bryggjarí vil ikki gera tær stóru viðmerkingarnar til samráðingarnar, men hann váttar tó, at tær eru komnar væl áleiðis, og hann væntar, at tað fellur upp á pláss ein av fyrstu døgunum.
- Eg fái ikki sagt so nógv í løtuni. Tað hevur verið áhugi frá fleiri síðum, og vit eru heilt nær eini endaligari avtalu. Meira fái eg ikki sagt, sigur Johan Mortensen.
Tað ljóðar, at talan er um íslendingar, sum sýna Restorff's áhuga. Í sambandi við fríhandilssáttmálan, sum føroyingar og íslendingar gjørdu fyrr í ár, er tað blivið lættari hjá bæði íslendingum og føroyingum at koma inn á marknaðin hjá hvørjum øðrum, og hetta hevur møguliga fingið okkurt íslendskt bryggjarí at venda eyguni móti føroyska marknaðinum.
Við at keypa seg inn í Restorff's bryggjarí ella bara við einum samstarvi við føroyska bryggjaríið kunnu íslendingar lættari koma á føroyska marknaðin, og vøran hjá teimum kann verða seld á øllum sølustøðunum hjá Restorff's.
Johan Mortensen hevur ikki hug til at gera viðmerkingar til hetta, men hann sigur tó, at tað sjálvsagt er ein møguleiki, at íslendingar eru á veg inn á føroyska ølmarknaðin.
- Íslendingar síggja jú Føroyar sum ein marknað við sløkum 50.000 nýggjum brúkarum, sigur Johan Mortensen.

Góð jólasøla
Spurdur, hvussu tað gongur við jólasøluni, sigur Johan Mortensen, at tað gongur bara heilt væl.
- Vit hava selt heilt væl. Tað er serliga Trøllið, sum hevur gingið rættuliga væl, men Tarvurin hevur eisini eina vaksandi sølu. Fyri mær tykist tað, sum um fólk eru blivin eitt sindur meira kræsin, tá ið tað snýr seg um øl, og tí ikki bara keypa tað vanliga. Hetta síggja vit serliga millum yngra ættarliðið, sum hevur tikið serstakliga væl móti nýggju vørunum hjá okkum, sigur Johan Mortensen.