Íslendingar í valhølini í heyst

Tað verður val í Íslandi í heyst. Tað boðaðu Sigurðar Inga Jóhannssonar og Bjarni Benediktssonar, fíggjarmálaráðharri, frá í gjárkvøldið.


Avgerðin er tikin aftaná fleiri dagar við politiskum ruðuleika, aftaná at skjøl í sokallaða Panamaskjølunum hava avdúkað, at Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, forsætisráðharri, ikki hevði upplýst fyri íslendska fólkinum, at hann og kona hansara áttu eitt útlendskt felag, ið var skrásett í einum skattaparadísi.


Tingfundur verður í dag, har væntað verður at Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, forsætisráðharri, formliga leggur frá sær, og í hansara stað tekur Sigurðar Inga Jóhannssonar við sum forsætisráðharri.


Enn er eingin dagfesting sett á nær val verður.