Í Íslandi standa jarðfrøðingarnir til reiðar, eftir at tað hevur verið rættiliga ófriðarligt í undirgrundini norðanvert Vatnajøkul teir seinastu mánaðarnar. Jarðfrøðingarnir siga, at skjálvtarnir, hava hava verið, eru óvanligir, og at umstøðurnar minna um tær undan tí stóra gosinum í Vestmannaoyggjunum í 1973.
Síðani síðst í februar hava jarðfrøðingarnir skrásett næstan 2.000 skjálvtar. Jarðfrøðingurin Páll Einarsson sigur við blaðið Vísir, at skjálvtarnir eru óvanliga langt niðri í undirgrundini, og at jarðfrøðingarnir hava ikki staðfest skjálvtar so langt niðri síðani gosið í Vestmannaoyggjunum.










