Íslendingar umrøða Icesave-loysn

Íslendingar hava fingið eitt nýtt tilboð frá Bretlandi og Niðurlondum um Icesave-skuldina, men tað er óvist, um teir fara at taka av. Formenninir í teimum politisku flokkunum í Íslandi umrøddu uppskotið í gjár. Aftaná segði Jóhanna Sigurðardóttur, forsætisráðharri, at tað er neyðugt at kanna uppskotið betur, áðrenn tað ber til at taka støðu.

Uppskotið frá bretum og niðurlendingum kom óvart á íslendingar. Tað er ikki greitt, hvat stendur í tí, men Jóhanna Sigurðardóttur segði í gjár, at uppskotið er ein bati fyri íslendingar samanborið við verandi avtalu.

Hon legði tó afturat, at uppskotið er ikki í samsvari við tað, sum tann íslendska samráðingarnevndin hevur skotið upp fyri Bretlandi og Niðurlondum.

Jóhanna Sigurðardóttur segði um vikuskiftið, at hon vónar at fáa eina semju við bretar og niðurlendingar fyri fólkaatkvøðuna tann 6. mars.