Íslendingar ótolnast

Íslendska stjórnin er um at missa tolið við Altjóða Gjaldoyragrunninum IMF. Tað sigur Jóhanna Sigurðardóttur, forsætisráðharri, við tíðindatænastuna Bloomberg. Grunnurin hevur sagt, at hann skal endurskoða sína tilsøgn um at læna íslendingum meiri pening, men íslendingar halda, at grunnurin hevur brúkt órímiliga langa tíð til tað arbeiðið.

Jóhanna Sigurðardóttur sigur við Bloomberg, at íslendska stjórnin vónar, at IMF fer at taka endaliga avgerð í oktober.

-Tí íslendingar kunnu ikki bíða longur, sigur hon.