Íslendingar ætla at siga nei

Tað er líkt til, at íslendingar fara at vraka Icesave-semjuna á fólkaatkvøðuni, sum verður leygardagin. Ein kanning, sum Carpacent hevur gjørt fyri Ríkisútvarpið, vísir, at av teimum, sum hava tikið støðu, ætla 48 prosent ætla at atkvøða fyri semjuni, og 52 prosent ætla sær at atkvøða ímóti.

Kanningin vísti eisini, at 21 prosent av teimum spurdu høvdu ikki tikið støðu til, hvar tey fara at seta krossin. Tey 15 prosentini søgdu seg vera í iva, tvey prosent ætlaðu sær at atkvøða blankt, og fýra prosent vildu ikki svara.

Kanningin hjá Ríkisútvarpinum varð gjørd í døgunum frá 31. mars til í gjár.