Íslendsk umboð eru farin til Russlands at tingast um eitt møguligt lán frá russum Í morgun er ein íslendsk sendinevnd farin til Moskva at tosa við russar, sum hava boðið sær til at hjálpa Íslandi, sum landið er í kreppu.
Russland hevur boðað sær til at læna íslendingum fýra milliardir evrur.
Umboðini hjá íslendska Seðlabankanum skulu hitta russisku umboðini í morgin, men tað er óvist, hvussu skjótt málið kann avgreiðast, skrivar Vísir.
Annars er íslendski virðisbrævamarknaðurin stongdur í dag orsakað av teimum ótryggu viðurskiftunum á marknaðinum.










