Aftaná ótrúliga 2-0 sigurin ímóti Noregi á Laugardalsvøllinum í Reykjavík fríggjakvøldið kom Ísland niður á jørðina aftur í kvøld.
Ísland spældi í kvøld ímóti Kýpros á Antonis Papadoupoulos leikvøllinum í Larnaca á Kýpros. Dysturin endaði við einum uppibornum 1-0 sigri til heimaliðið. Stóra hetjan hjá Kýpros gjørdist Konstantinos Makridis, sum skoraði sigursmálið í 57. minutti í góðum samanspæli við Dimitris Christofi. Heimaliðið hevði teir flestu málmøguleikarnar í dystinum, men stutt aftaná málið hjá Kýpros mundi Alfreð Finnbogason javnað fyri Ísland við einum dundurskoti, sum endaði á tvørstongini.
Kýpros hevði sjey skot innan rammurnar, meðan íslendingar bert høvdu tvær royndir innan rammurnar.
Stutt undan leikloki fekk Sölvi Geir Ottesen hjá Íslandi reyða kortið fyri at fella Constantinos Makridis á ólógligan hátt.
Ísland hevur nú trý stig fyri tveir dystir í HM-undanbólki E. Hini liðini í bólki E eru Noreg, Slovenia, Sveis og Albania.
Hetta er fyrstu ferð, at Kýpros hevur vunnið á Íslandi.











