Leygarkvøldið fekk íslendska Vaktar- og Bjargingartænastan neyðkall frá einum minni báti á Skagafjørði norðan fyri Ísland. Báturin var farin at leka, og menninir kendu seg neyðstaddar.
Bjargingartænastan sendi boð til skip í økinum um at fara at hjálpa, og bæði vaktarskip, tyrla og flogfar vórðu send ímóti økinum.
Neyðstaddu menninir fóru í bjargingarbát, og um 21-tíðina í gjárkvøldið tók føroyska lodnuskipið Finnur Fríði menninar upp. Seinni vóru teir fluttir til lands við tyrlu hjá íslendsku Bjargingartænastuni, skrivar Morgublaðið.
Bjargingarænastan takkar skipum, sum vóru við í bjargingararbeiðnum. Tey gjørdu eitt skjótt og professionelt arbeiði, verður sagt. Bjargingartænastan vísir samstundis á týdningin, at skip lurta eftir neyðrás 16.