Gongst sum ætla, fara íslendingar at ala millum 40.000 og 50.000 tons um árið á sjónum um 15 ár, og tað árliga framleiðsluvirðið verður ætlandi um 30 milliardir íslendskar krónur.
Í fjør framleiddi íslendska alivinnan 7.400 tons, og tað var helvtina meiri enn í 2011. Tey seinastu seks árini hevur sílaaling verið tann størri parturin, men í fjør vaks laksaalingin nógv.
Tríggjar alistøðir afturat fara til verka í næstum, og á fundi í alarafelagnum í vikuni varð upplýst, at ætlandi verður framleiðslan tvífaldað tey bæði næstu árini . Málið er at koma upp á millum 18.000 og 20.000 tons í 2020, skrivar Morgunblaðið.










