Íslendingar sprella aftur um trý ár

Ein av teimum, vit rendu okkum í uppi í Íslandi, var endurkosni løgtingsmaðurin Óli Breckmann, og vit spæurdu hann, hvussu hann metir støðuna í Íslandi sum heild, og hvussu hann heldur, at bróðurflokkurin, Sjálvstæðisflokkurin, hevur megnað sína uppgávu

Reykjavík: - Tá tú tosar við fólk sum heild – og tað vil altíð nakað av villareiði vera, tað sigur seg sjálvt – men sum heild er eingin neyð. Fólk eru til arbeiðis, tey fáa sína løn og tey klára at keypa tað mesta av tí, sum tey hava brúk fyri. Kanska eitt sindur minni enn vanligt hevur verið tey seinastu árini, men eingin líðir nakra neyð av tí. So innlendis haldi eg, at Sjálvstæðisflokkurin hevur klárað tað væl, sigur Óli Breckmann.

Hann vísir á, at tá hugsað verður um allan tann framburð, sum hevur verið, so er Ísland allarhelst tríggjar ferðir so ríkt í dag, sum tá hann vitjaði brøðratjóðina fyri vestan í 1989.

- Og Sjálvstæðisflokkurin hevur havt valdið næstan alla tíðina, so vónandi er hetta bara eitt lítið nos, tá vit koma eitt lítið sindur longur framá á vegnum, og alt bara gongur framá og uppeftir aftur, sigur Óli Breckmann.

Men ber tað til at siga, at Ísland er tríggjar ferðir ríkari nú enn í 1989, tá landið í veruleikanum er farið á heysin?

- Nei, tað kanst tú siga, men trupulleikarnir eru mest uttanlands. Tað kann venda og gerast ein trupulleiki her í gerandisdegnum hjá vanliga íslendinginum. Men lat okkum nú vóna, at teir fáa greitt sínar skyldur uttanlands í ein fart, soleiðis at teir fáa ruddað upp heima, bankarnar settar á lunnar aftur, umskipaðar, og so gongur leiðin aftur fram hjá íslendingum so, sum teir plaga. Teir eru ókúgiligir, sigur Óli Breckmann.


Rætta javnvágin

Eitt, sum talar Sjálvstæðisflokkinum til fyrimunar er, at tað er rættiliga long tíð, til val verður aftur, tað verður ikki fyrr enn í 2011.

- Ja, nú er Sjálvstæðisflokkurin ein sjálsamur flokkur. Hann skuldi iti Sjálvsemisflokkurin. Bara at hugsa sær til, at tað er ein borgarligur og frælslyntur flokkur við 40 prosentum av atkvøðunum. Og so hevur hann gjørt tað skilagóða, at hann hevur tikið íslendska javnaðarflokkin fast undir armin og heldur honum dygst at sær, so teir spenna tvørtur um miðjuna, so tú fær býtt sól og vind líka, eisini tá tað kemur til ábyrgd, sigur Óli Breckmann.

Hann heldur, at samgongan hevur stóran áhuga í, at klára skerini komandi trý árini, og tá væntar hann, at hendan kreppan er gloymd.

Spurdur, um hann metir, at ein samgonga við javnaðarflokkinum upp í, er hin besta, sigur Óli Breckmann:

Ja, treytað av, at tú hevur eitt sterkt, frælslynt element. Ein javnaðarflokkur einsamallur kann jú einki gera, tú hevur jú sæð javnaðin og tjóðveldið í Føroyum royna sítt frægasta, men tað var bara ein sorgarleikur fyri teir. Nú er aftur skil í og javnvág í politisku vágskálini í Føroyum.

Hann roknar við, at sama skilið er í Íslandi, har samgongan umboðar nakað ta somu breiddina í politiska spektrinum, sum føroyska landsstýrissamgongan ger.


Skjótt fyri seg

Tá talan gerst um, hvussu svár íslendska kreppan er, serliga tá sammett verður við kreppuna í Føroyum fyrst í níti árunum, so hevur endurútrópti tinglimurin sína meining um tað.

- Nei, eg haldi ikki, at hendan kreppan hjá íslendingum er so djúp sum tann, vit høvdu í Føroyum. Tann almenna skuldin í Føroyum tá var so stór, at vit sóu onga vón. Vit vóru jú í veruleikanum settir undir fyrisiting av einari danskari bankajunta tá, og tað verður vónandi ikki so her í Íslandi soleiðis, at teir missa sítt sjálvræði. Heldur ikki sítt búskaparliga politiska sjálvræði, og hava teir tað, so ivist eg ikki í, at íslndingar klára at samráða seg fram til góð livilíkindi fram eftir, sigur Óli Breckmann.

Onkur vil siga, at tað tók føroyingum upp í fýra ár at koma fyri seg aftur eftir kreppuna, men Óli Breckmann væntar ikki, at tað fer at taka íslendingum so leingi at fáa fótin fyri seg aftur.

- Lat okkum vóna, at tá tað líður fram móti valinum, sum verður í 2011, at tá eru íslendingar upp á fótum aftur og sprella, sigur hann.



Óli Breckmann saman við Kristian Ólafson í matstovuni í íslendska Altinginum