Íslendingar spentir uppá Sølvu Ford

Í Reykjavík eru mentanardagar - Cultural Night - byrjaðir. og nú seinnapartin framførir Sølva Ford í Reykjavík, eftir at hon varð boðin til býin av sjálvum borgarstjóranum Fyrr í ár beyð Ólavur F. Magnusson, nú fyrrverandi borgarstjóri í Reykjavík, Sølvu Ford at syngja í Reykjavík til mentanar dagarnar. Hann var tá á vitjan í Føroyum.

Í dag syngur Sølva í Reykjavík og íslendingar eru spentir, tí teir hava hoyrt nógv um henda sangfuglin, men kenna ikki so nógv til tað, ið Sølva hevur at bjóða.

Hon syngur í dag á gallarí Kjarvalsstaðir, sigur heimmildarmaður okkara, Jenns Guð, og leggur afturat, at nýggi borgarstjórin í Reykjavík eitur Hanna Birna.