"Bláa Havið", sum Gummi Ben hevur nevnt framúrskarandi, íslendska fjepparaskaran sleppur ikki at stuðla Íslandi til báðar teir fyrstu HM-undankappingardystirnar Ísland spælir á útivølli.
Íslandi er í undanbólki saman við Kroatia, Turkalandi, Ukraina, Finnlandi og Kosovo, sum má sigast at verða ein rættiliga sterkur bólkur við torførum útidystum.
Ísland spælir fýra undankappingardystir komandi heyst. Tveir av teimum verða fyri einum fullsettum Laugardalsvølli í Reykjavík. Íslendingar spæla heimadyst ímóti Finnlandi 6. oktober, og 9. oktober taka íslendingar ímóti Turkalandi.
Tað margháttliga er, at báðir útidystirnir hjá íslendingum í heyst verða spældir á tómum leikvallum uttan áskoðarar. Bæði Ukraina og Kroatia hava fingið sekt fyri áskoðaraófrið. Tí spælir Ísland ímóti Ukraina í Kiev 5. september uttan áskoðarar, og somuleiðis spæla íslendingar ímóti Kroatia í Zagreb 12. november uttan áskoðarar.
Liðið, sum vinnur bólkin vinnur seg til HM-endaspælið í Russlandi, sum verður á sumri í 2018. Nummar tvey í bólkinum skal spæla tveir play off dystir ímóti einum øðrum tveyara.