Íslendingar sleppa at eiga í fiskivinnuni

Sambært álitinum um fiskivinnuna, sum samgongan hevur skriva, so eru tillagingar gjørdar í mun til útlendskan ognarskap í føroysku fiskivinnuni.

 

Nú vil samgongan gera tað møguligt hjá teimum, sum eru fevnd av Hoyvíkssáttmálanum at gera íløgur í fiskivinnuna á sjónum í Føroyum.

 

Tað var annars ikki ætlanin, at tað skuldi verða møguligt, men Jonhard Klettheyggj, løgtingsstjóri, vísti á í einum uppriti, at tað var í stríð við lógina, at forða fyri, at íslendingar sleppa at gera íløgur í Føroyum.

 

Einki annað verður tó sagt um útlendska ognarskapin, ið so má hava við sær, at allir onnur útlendsk feløg ikki sleppa at eiga í føroyskari fiskivinnu.