Íslendingar siga stopp

Eitt landsumfatandi ferðsluátak, ið nevnist Stopp, er farið av bakkastokki í Íslandi.

Fleiri enn 7000 fólk undirskrivaðu eina yvirlýsing, har tey binda seg til at koyra varisliga. Samstundis kanna myndugleikarnir allar vegir, har nógv ferðsla er, og gera neyðugar broytingar. Higartil í ár eru 19 fólk deyð av ferðsluvanlukku.
 
Kelda: www.bkv.fo